Politska støðan í NorðurÍrland er óviss

Politska støðan í NorðurÍrland er óviss
Politska støðan í NorðurÍrlandi er framvegis óviss millum vongin, sum vil vera partur av bretlandi, og vongin, sum vil verða sameindur við Írland
Stjórnarbygningurin Stormont í Belfast har fleiri vilja hava sætið
Mynd: Toby Melville © Scanpix  
 
04.03.2017 - 15:45

Á valinum hósdagin til tjóðartingið varveitti Bretlandvinarliga sinnaði flokkurin, Demokratic Unionist Party, við 28 sessum støðuna sum størsti flokkur í NorðurÍrlandi, meðan tjóðskaparsinnaði flokkurin, Sinn Fein, fekk 27 sessir. Flokkarnir báðir skulu innan tríggja vikur semjast um eina savningarstjórn. Um ikki, verða heimildirnar hjá landspartastjórnini latnar stjórnini í London.

Fleiri serfrøðingar ivast í, um Demokratic Unionist Party og Sinn Fein kunnu semjast um samstarv. Bara góðar 1.000 av 800-túsund atkvøðum vóru á muni millum báðar flokkarnar, men Sinn Fein, sum far stuðul frá katolikkum, kann fegnast. Undan valinum hevði flokkurin 10 færri sessir enn Domokratic Unionist Party, sum í størstan mun hevur protestantiskar veljarar. Sinn Fein hevði fýra prosentstig framgongd samanborið við valið í 2016. Demokratic Unionist Party hevði eitt prosentstig afturgongd.

Skuldsetingar um mutur og at Bretland fer úr ES hevur elvt til politiska naggatódn. Í NorðurÍrlandi er meiriluti fyri at verða verðandi í ES, men í ØLLUM Bretlandi atkvøddu 52 prosent fyri Brexit, skrivar dr.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039