Kina tekur fyrivarni

Kina tekur fyrivarni
Kina hevur sett forboð fyri at innflyta kjøt og høsnarungar úr Brasil eftir kjøtgøluna, sum kom undan kavi um vikuskiftið
Ein kjøtgøla hevur tikið seg upp í Brasil, eftir at tað er komið fram, at kjøt, sum ikki er egnað sum mannaføði, er útflutt til nógv lond. Kina hevur nú sett forboð ímóti at innflyta kjøt úr Brasil
 
21.03.2017 - 08:43

Tað verður gjørt av trygdarávum eru boðini úr Kina. Kina er tað landið sum innflytur mest av kjøtvørum úr Brasil, og avgerðin kemur illa við hjá brasilsku bøndunum.

Myndugleikarnir í Brasil hava givið fleiri stórum útflytarum forboð fyri at senda kjøt og høsnarungar til onnur lond, eftir at tað er komið fram, at feløgini hava mutrað eftirlitsfólk, so bæði rotið kjøt og høsnarungar við salmonella eru sendir til onnur lond.

SÍ EISINI Kjøtgøla tekur seg upp í Brasil

Myndugleikarnir í Brasil hava givið 21 sláturvirkjum forboð fyri at selja kjøt og høsnarungar til onnur lond.

Brasilski ráðharrin í landbúnaðarm,álum, Blairo Maggi, finst samstundis hvassliga at brasilsku løgregluni fyri framferðina í málinum, tí løgreglan hevur almannakunngjørt, at kjøt, sum ikki er mannaføði, er selt til onnur lond.

Fráboðanin kom, hóast løgreglan bert hevur funnið einstakar tilburðir av vánaligum kjøti. Hann metir støðuna vera hættisliga fyri brasilska landbúnaðin.

SÍ EISINI Ikki ábendingar um spilt kjøt í Føroyum

Eisini Suðurkorea og Chile hava sett forboð fyri at innflyta kjøt og høsnarungar úr Brasil, og onnur lond, millum annað í Evropa, fara at herða eftirlitið við kjøtvørum úr Brasil.

ES hevur sett forboð fyri at innflyta kjøt frá fýra sláturvirkjum í Brasil. Brasil er størsti útflytari av oksakjøti og høsnarungum, og løgreglan hevur kunngjørt nøvnini á fleiri feløgum, sum ikki hava farið rætt fram.

Teirra millum eru JBS, sum er heimsins størsta felag tá talan er um oksakjøt og BRF, sum er heimsins størsta felag tá talan er um høsnarungar. Bæði feløgini siga seg einki skeivt hava gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178