Atsókn krevur fleiri mannalív

Atsókn krevur fleiri mannalív
Yvirgangsatsóknin í London í fyrradagin hevur kravt eitt mannalív aftrat
 
24.03.2017 - 08:07

Í gjárkvøldið doyði ein 75 ára gamal maður av løstunum, sum hann fekk í atsóknini við tjóðartingið. Hini, sum lótu lív, vóru ein bretsk kvinna, ein amerikanskur ferðamaður, ein bretskur løgreglumaður og álopsmaðurin sjálvur.

Tað eru framvegis útivið 40 fólk, sum vórðu særd í álopinum, fleiri av teimum álvarsliga, og teirra millum eru trý løgreglufólk, upplýsir politiið í London.

SÍ EISINI Yvirlit: Yvirgangsálop í Evropa síðstu tvey árini

Síðani atsóknina seinnapartin mikudagin hevur bretska løgreglan gjørt húsarannsóknir ymsastaðni í landinum, og hevur higartil tikið átta fólk, sum eru undir illgruna um yvirgangsvirksemi.

Tey tiknu eru fimm mans, sum eru millum 23 og 58 ár og tríggjar kvinnur sum eru 21, 26 og 39 ára gamlar. Fólkini eru tikin í húsarannsóknum í landsynningspartinum av London, í Brighton og í Birmingham.

Løgreglan kannar framvegis bústaðir í økjunum og í Wales. Hildið verður kortini framvegis, at maðurin sum framdi atsóknina mikudagin var einsamallur um atsóknina, og hevði fingið íblástur frá altjóða yvirgangi, sigur bretska løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425