Evropa miðdepil fyri barnaporno

Evropa miðdepil fyri barnaporno
Meira enn helvtin av øllum barnaporno verður nú hýst á ambætarum í Evropa. Herdar fráboðanarreglur og eftirlit hava broytt støðuna
Evropa er í ferð við at gerast heimsins miðdepil fyri barnaporno á internetinum
 
03.04.2017 - 16:12

Nýggja ársfrágreiðingin hjá Internet Watch Foundation vísir, at nú verða 60 prosent av heimsins tilfari, sum vísa kynsliga barnamisnýtslu, goymd á ambætarum í Evropa. Vøksturin er heili 19 prosent.

BBC skrivar, at tað mesta av ólógliga tilfarinum verður goymt í Niðurlondum. Higartil hevur Norðuramerika annars verið fremsta ambætarapláss fyri barnaporno, men herdar fráboðanarreglur og eftirlit hava broytt støðuna.

- Evropa er nú fremsti ambætarin av barnaporno og ikki Norðuramerika, sigur Susie Hargreaves, stjóri í IWF, sum er bretski stovnurin, sum hevur til endamáls at finna og burturbeina barnaporno á bretskum netum.

Tøl hjá IWF vísa, at í 2015 var støðan tann øvuta - tá vóru næstan 60 prosent av heimasíðum við misnýtslutilfari í Norðuramerika. Men í fjør var hetta talið minkað niður á 37 prosent, meðan talið í Evropa vaks upp í 60 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870