Trump: USA klárar Norðurkorea uttan Kina

Trump: USA klárar Norðurkorea uttan Kina
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur seg fara at stríðast ímóti Norðurkorea einsamallur, um tað verður neyðugt
USA kann stríðast einsamalt móti Norðurkorea, sigur Donald Trump, amerikanski forsetin
 
03.04.2017 - 11:56

USA kann stríðast einsamalt móti Norðurkorea, sigur Donald Trump, amerikanski forsetin, í samrøðu við bretska blaðið, Financial Times.

"Vil Kina ikki loysa hóttanina, sum Norðurkorea er, so mugu vit gera tað"

Orðini verða tikin sum tekin um, at amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur trýst á kinesiska forsetan, Xi Jinping, sum fer á vitjan í USA hósdagin og fríggjadagin.

Forboð sett fyri at innflyta kol

- Kina hevur stóra ávirkan á Norðurkorea, og Kina vil hjálpa okkum at loysa ta hóttanina, ella vil landið ikki gera tað. Er tað teirra avgerð, ikki at loysa trupulliekarnar við Norðurkorea, so verður tað ikki gott fyri Kina, men vil landið hjálpa til, so verður tað til fyrimuns fyri Kina, sigur Trump.

Donald Trump hevur fleiri ferðir ávarað ímóti framferðini hjá Norðurkorea, tá talan er um menning av kjarnorkuvápnum. Og hann sigur seg síggja ein vanda í, at Norðurkorea kann menna kjarnorkuvápn, sum kunnu raka mál í USA.

Kina hevur roynt at fáa Norðurkorea at gevast við at menna kjarnorkuvápn, og herfyri setti Kina forboð fyri at innflyta kol úr Norðurkorea. Men sambært Donald Trump er tað ikki nóg mikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744