Russar eiga at umhugsa stuðul

Russar eiga at umhugsa stuðul
USA ávarar nú Rusland ímóti framhaldandi at stuðla stýrinum hjá Assad eftir eiturgassálopið í sýriska landslutinum, Idlib, týsdagin
 
06.04.2017 - 11:07

- Vit halda, at stundin er komin, at russar gjølla umhugsa framhaldandi stuðulin til stýrið hjá Assad, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, í gjárkvøldið.

Í minsta lagi 72 fólk hava latið lív í eiturgassálopinum, teirra millum 20 børn. Hildið verður, at tað eru herdeildir hjá forsetanum, Bashar al-Assad, sum standa fyri álopinum.

- Vit eru ikki í iva um, at sýriska stjórnin undir leiðslu av Bashar al-Assad hevur ábyrgdina av hesum ræðuliga álopinum, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

SI EISINI Talið á deyðum veksur eftir gassálop

Russland sigur hinvegin, at eiturgass hevur likið út, eftir at sýrisk hernaðarflogfør bumbaðu eiturgassgoymslurnar hjá uppreistrarfólkunum.

Og tað er hetta sum hevur gjørt, at nógv fólk í økinum eru eitrað. Ein sýriskur uppreistrarleiðari vísir hesari frágreiðingini aftur.

- Øll sóu flogfarið, tá tað bumbaði við gassi, sigur Hasan Haj Ali, kommandantur í uppreistrardeildini, Frælsi Idlib-herurin, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744