- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland í øðini um álop

Russland og USA samdust um at skifta um upplýsingar sínámillum um farleiðir hjá hernaðarflogførum, fyri at forða fyri samanstoytum í luftini, men USA skal ikki longur rokna við at fáa hesar upplýsingar.
Boðini koma eftir at USA í nátt sendi 59 Tomahawk-rakettir móti eini sýriskari hernaðarstøð í býnum Homs. Álopið var aftursvar til eiturgassálopið móti fólkinum í Idlib-landspartinum týsdagin, tá minst 86 fólk lótu lív, 30 vóru børn.
Álopið langt síðani fyrireikað
- Uttan at kanna nakað sum helst, heldur USA fram við at vísa sína megi. Ein hernaðarligur samanbrestur við eitt land, sum stríðist móti altjóða yvirgangi, stendur í boðunum frá russiska uttanríkisráðnum.
Uttanríkisráðið skrivar, at álopið hjá USA var lagt til rættis framman undan, altso áðrenn álopið í Idlib, ið sambært russarunum bara var umbering fyri at bumba sýrar.
Russarar hava sagt, at sýrisk flogfør lupu á Idlib, og at tey í tí sambandi raktu goymslur av eiturgassi hjá uppreistrarbólkum, men hesum tíðindum vísa uppreistrarbólkarnir aftur.
Bretar stuðla amerikanarum
Sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin, er álopið hjá USA álop á ein frælsan stat og álop á fólkarættin.
Seks fólk lótu lív undir amerikanska álopinum, upplýsir sýriski herurin, sambært CNN. Iran fordømir amerikanska rakettálopið móti sýrisku støðini, skrivar ISNA-tíðindastovan.
SÍ EISINI Her verða rakettir skotnar móti Sýria
- Tað fer at styrkja yvirgangsfólk og ger støðuna verri í økinum, sigur ein talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið eftir rakettálopið í morgun.
Bretskir myndugleikar stuðla fult og heilt amerikanska álopinum í Sýria, boðar Downing Street frá, sambært Reuters-tíðindastovuni.
Trygdarráðið skal viðgera álopið
- Tað er umráðandi, at tað er fólkarættarligt grundarlag fyri álopinum. Robottálopið í nátt reisir spurningin, um hetta er í samsvari við fólkarættin, sigur svenski uttanríkisráðharrin, sambært svenskum fjølmiðlum.
- Spurningurin skal tí aftur í Trygdarráðið til viðgerðar, og Trygdarráðið má taka ábyrgd fyri at fáa eina munagóða loysn, sigur Margot Wallström eftir rakettálopini í morgun.
Turkiski varaforsætisráðharrin, Numan Kurtulmus, sigur, at Turkaland vónar, at amerikanska álopið fer at fáa frið í økinum.




























