Fleiri stúra fyri valinum í Turkalandi

Fleiri stúra fyri valinum í Turkalandi
ES-komissjónin hevur sagt, at valið átti at verið útsett, soleiðis at fólkaræðisligu rættindi vórðu tryggjaði
Ümit Bektas
 
16.04.2017 - 13:22

Fólkaatkvøða er í Turkalandi í dag. Turkarar skulu atkvøða um nýggju stýris-skipanina, sum Erdogan, forseti, vil hava fólkið at taka undir við.

Verður stýrisskipanin samtykt, fer forsetin at fáa nógv av tí valdi, sum tjóðartingið higartil hevur havt, og Erdogan sjálvur kann verða sitandi í forseta-embætinum til 2029.

Tey, sum stuðla forsetanum siga, at broytingin fer at gera landið meira tíðarhóskandi, meðan tey, sum eru ímóti, siga, at stýrislagið fer at verða broytt til einaveldi.

Menniskjarættindastovnar og lond í Evropa stúra nógv fyri valinum. ES-komissjónin hevur sagt, at valið átti at verið útsett, soleiðis at fólkaræðisligu rættindi vórðu tryggjaði. Men tað vil turkiska stjórnin ikki. 

Valstøðini lótu upp klokkan 6 og stongja klokkan 17 føroyska tíð.

Samfelagseygleiðarar siga, at valið helst verður tætt, og tískil væntar mann eina høga val-luttøku.

Nøkur vilja vera við, at luttøkan verður 80%. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659