Tað stóra FM vikuskiftið

Tað stóra FM vikuskiftið
Saman við stóra FM degnum í judo, badminton og borðtennis verða seinnu finalurnar hjá ávikavist monnum og kvinnum í hondbólti leiktar.
 
21.04.2017 - 21:11

Lagt er upp til satt brak í Hoyvíkshøllini tá H71 - VÍF bresta sama í FM finalunum. Fyrra finalan var ein sonn mannfólkaroynd og endaðu hoyvíkingar omaná. VÍF skulu vinna fyri at røkka einari evt. triðju finalu.

Hjá kvinnunum er líka stórur spenningur, Kyndlakvinnur vunnu ein tættan og spennandi dyst í fyrru finaluni.

Sostatt er lagt upp til brak í báðum finalunum.

Annars sær skráin soleiðis út komandi dagarnar:

Stóri FM Finaludagurin (Borðtennis, Badminton & Judo) 22.04 verður víst beinleiðis í sjónvarpinum

Hondbóltsfinalurnar:
 
Leygardagin 22.04.17
Klokkan 16:00 H71 – VÍF (menn) Stroyming og útvarp

Klokkan 19:30 Neistin – Kyndil (kvinnur) Stroyming
 

Sunnudagin 23.04.17
Klokkan 17:00 Møgulig triðja kvinnufinalan Neistin – Kyndil (kvinnur) Stroyming og útvarp

Klokkan 19:00 Møgulig triðja mansfinalan H71 – VÍF (menn) Stroyming og útvarp
 
5. umfar í Effo-deildini:
 
23.04 klokkan 15:00: NSÌ - HB Stroyming
 
ÙF:
23.04 klokkan 14:15: "Bólturin"
 
23.04 klokkan 15:00 Víkingur- KÌ Ùtvarp
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025