Norðurkorea ávarar Australia um kjarnorkuálop

Norðurkorea ávarar Australia um kjarnorkuálop
Norðurkorea hóttir Avstralia við einum møguligum kjarnorkuálopi, um landið heldur fram at fylgja slóðini hjá USA
Norðurkorea ávarar Australia um kjarnorkuálop
 
23.04.2017 - 15:25

Tað sigur norðurkoreiska tíðindastovan KCNA, sum endurgevur ein talsmann í uttanríkisráðnum. Ávaringin kemur í kjalarvørrinum á einari orðing hjá avstralska uttanríkisráðharranum, Julie Bishop, har hon sigur, at Avstralia fer at seta enn fleiri revsitiltøk í verk móti Norðurkorea. hetta hevur eftir øllum at døma fingið øði í í Norðurkorea. Heldur Avstralia fram at fylgja átøkunum hjá USA at avbyrgja og kúga Norðurkorea og heldur fram at vera ein brigata fyri amerikanska valdsharran, fer hetta at vera ein sjálvmorðsátak innan fyri karmarnar á einum kjarnorkuálopi frá strategisku megini hjá Norðurkorea, sigur talsmaðurin sambært KCNA. Talsmaðurin mælir eisini Juliu Bishop til at umhugsa avleiðingarnar av sínum eirindaleysu orðingum eina ferð aftrat.

Avstralski uttanríkisráðharrin segði fyrr í vikuni, at kjarnorkuætlanin hjá Norðurkorea er ein álvarsom hóttan móti Avstralia. Hon heldur, at revsitiltøk eru besta amboðið at køva ætlaninar hjá Norðurkorea at gerast eitt kjarnorkuveldi. Hon heitti eins og amerikanski forsetin, Donald Trump, á Kina um at leggja trýst á Norðurkorea fyri at fáa landið at steðga kjarnorkuætlanunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045