Erdogan blokkeraður á Wikipedia

Erdogan blokkeraður á Wikipedia
Tað eru myndugleikarnir í Turkalandi, sum í morgun hava stongt fyri atgongdini til alfrøði-heimasíðuna, Wikipedia
Upplýsingar á Wikipedia um Erdogan-forseta eru ikki tøkar í Turkalandi
Mynd: Skíggjamynd/Wikipedia  
 
29.04.2017 - 14:53

Tað upplýsir netverkið Turkey Blocks, sum fylgir við net-sensurinum í Turkalandi.

Sambært Turkey Blocks, eru allar útgávur av Wikipedia, - tað vil siga ikki bara á turkiskum, men á øllum málum, blokkeraðar.

Og tað hevur elvt til vreiði á sosialu miðlunum millum turkarar.

Átti tørnið

Tað er ógreitt, hví Wikipedia er blokkerað, men turkisku myndugleikarnir hava í fleiri ferðir forðað borgarum í at fáa atgongd til eitt nú Twitter, Facebook og Youtube.

Nakrir turkarar rógva framundir, at nú er tað Wikipedia, sum átti tørnið, tí Wikipedia-brúkarar hava dagført síðurnar um turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, - og tað er ikki smikrandi lesnaður, skrivar svt.se.

Talufrælsið í Turkalandi er skert munandi seinastu árini, - serliga eftir miseydnaðu kvettroyndina í fjør summar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558