Greenpeace ávarar statoil

Greenpeace ávarar statoil
Tað fellur ikki í góða hjá jørð hjá umhvørvisverndarfelagsskapinum, Greenpeace, at oljufelagið, Statoil, ætlar at royndarbora í Barentshavinum
 
08.05.2017 - 10:17

Greenpeace ávarar Statoil um ætlaðu royndarboringarnar eftir olju og gassi í Barentshavinum, og boðar samstundis frá, at Statoil kann fáa vitjan av altjóða skipum.

Statoil hevur ætlanir um at fara undir royndarboringar á eini leið, sum er nærri Svalbard enn Finnmørkini, og er nógv norðrari enn nøkur onnur royndarboring sum er gjørd í norskum øki.

Fylgja gongdini neyvt

- Talan er um ógvusligar ætlanir. Tað sum hendir á leiðini er langt úr landi og er tí sera vandamikið, bæði fyri tey sum fara at starvast har og ikki minst fyri náttúruna. Tað fer at taka langa tíð at fáa sett eina tilbúgving í verk, um nakað hendir, sigur umboðsmaðurin hjá Greenpeace í Noreg, Truls Gulowsen.

Ætlaða royndarboringin skal vera á Korpfjell, sum liggur einar 200 fjórðingar norð úr Finnmørkini, og í einum parti av Barentshavinum, har slíkar boringar ikki hava verið loyvdar.

Greenpeace hevur fleiri ferðir fyrr framt tiltøk ímóti norskum og russiskum oljuboringum í Barentshavinum, og felagskapurin í fleiri londum fylgir gongdini neyvt. Greenpeace sigur seg hava ætlanir um at senda skip úr fleiri londum til leiðina í Barentshavinum í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558