Jørgen Niclasen: Landsstýrismaður breyt lógina

Jørgen Niclasen: Landsstýrismaður breyt lógina
Formaðurin í Fólkaflokkinum hevur kært landsstýrismannin í samferðslumálum fyri at hava brotið lógina um fast samband um Vestmannasund
 
12.05.2017 - 14:28

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur kært Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, til landsstýrismálanevndina fyri at hava brotið lógina um fast samband um Vestmannasund.

Jørgen Niclasen sigur, at sambært lógini um fast samband um Vestmannasund, skal Vágatunnilin latast landinum til ognar, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin. Hann sigur, at treytirnar í lógini eru loknar, og at tunnilin tí átti at verið avhendur landinum.

Ikki latast landinum hóast alt

Jørgen Niclasen vísir á, at á aðalfundi í partafelagnum Vágatunlinum 14. apríl í 2015, varð samtykt, at felagið skuldi lata landinum tunnilin 10. desember í 2016.  Jørgen Niclasen var landsstýrismaður í tunnilsmálum, tá aðalfundur var í Vágatunlinum í 2015.

Men á aðalfundinum árið eftir gav Henrik Old, sum tá varð vorðin landsstýrismaður í samferðslumálum, boð um, at Vágatunnilin skuldi ikki latast landinum í 2016. 

Á hesum aðalfundinum varð boðað frá, at sambært lógini er tunnilin ikki afturgoldin, fyrr enn øll íløgan ella útveganarkostnaðurin er afturgoldin. Nevndin tók boðini til eftirtektar.

Fundarsamtyktin frá 2015 sett úr gildi

Jørgen Niclasen sigur, at treytin um, at partafelagið Vágatunnilin skal standa sum eigari av tunlinum er lokin, og at hann fleiri við sær eisini hava ta fatan, at tunnilin er fult afturgoldin.

Við ikki at taka stig til at yvirtaka tunnilin, hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum brotið lógina um fast samband um Vestmannasund, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur eisini í kæruni til landsstýrismálanevndina, at Henrik Old tilvitað hevur brotið lógina um fast samband um Vestmannasund, tí hann hevur givið nevndini í Vágatunlinum boð um at seta aðalfundarsamtyktina hjá felagnum í 2015 úr gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107