Japanski keisarin kann nú leggja frá sær

Japanski keisarin kann nú leggja frá sær
Stjórnarráðið í Japan hevur samtykt lógaruppskot, sum loyvir keisaranum at leggja frá sær
 
21.05.2017 - 11:47

Shinzo Abe, forsætisráðharri, hevur skrivað undir uppskotið, upplýsir aðalskrivarin Yoshihide Suga.

Lógin verður nú send víðari til viðgerar í parlamentinum, har hon endaliga skal samtykkjast.

Lógarbroytingin kemur bara fáar mánaðir eftir, at fleiri av størru fjølmiðlunum í Japan í januar skrivaðu, at Akihito-keisari hevur ætlanir um at siga keisara-heitið frá sær tíðliga næsta ár.

Megnaði ikki at røkja skyldurnar

Sonur hansara, Naruhito-krúnprinsur, fer helst at taka við trúnuni. 83 ára gamli Akihoto róði í røðu síni í august í fjør framundir, at hann vildi leggja frá sær.

Hann segði, at hann møguliga ikki megnaði at røkja sínar skyldur, tí hann var vorðin so gamal og heilsan var farin at bila. Japanska keisarafamiljan hevur sitið á trúnuni í meira enn 2.600 ár. 

Keisarin verður mettur at vera guddómligur, og er, sambært grundlógini, eitt statussymbol og hann sameinir fólkið, sjálvt um hann ikki hevur beinleiðis politiskt vald, skrivar AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558