Nøvn á gerningsmonnum kunngjørd

Nøvn á gerningsmonnum kunngjørd
Bretska løgreglan hevur almannakunngjørt nøvnini á tveimum av teimum trimun monnunum, sum framdi atsóknina í London leygarkvøldið
 
06.06.2017 - 09:10

Talan er um 27 ára gamla Khuram Shazad Butt, sum er bretskur ríkisborgari og føddur í Pakistan. Hann var kendur av bretsku løgregluni og avfregnartænastuni.

Sambært løgregluni var ikki mett at hann kundi skipa fyri yvirgangi. Hin er 30 ára gamli Racid Redouane, sum er ættaður úr Marokko og Libya, og hann kendi løgrglan ikki frammanundan.

SÍ EISINI London Bridge og Borough Market rakt av yvirgangi

Løgreglan leggur kortini dent á, at eingin hevur eyðmerkt teir dripnu enn, men heldur seg hava røttu nøvnini. Einki verður sagt um triðja mannin, sum framdi álopið.

Løgreglan arbeiðir framvegis við at eyðmerkja tey sjey, sum doyðu. Greitt er, at ein úr Kanada og ein úr Fraklandi eru millum tey deyðu, men hini eru helst eisini útlendingar, og tí tekur arbeiðið at eyðmerkja tey tíð, sigur løgreglan.

Bretska løgreglan boðar samstundis frá, at øll tey 12, sum vórðu tikin eftir atsóknina leygarkvøldið, eru latin leys aftur. Tey vóru øll tikin í býarpartinum Barking í eysturlondon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558