Samkynd kunnu nú giftast í Týsklandi

Samkynd kunnu nú giftast í Týsklandi
Samveldistingið í Týsklandi samtykti í morgun at loyva samkyndum hjúnalag. Angela Merkel, samveldiskanslari, atkvøddi sjálv ímóti
Í Týsklandi sleppa samkynd nú eisini at giftast. Samvldistingið samtykti í morgun at loyva samkyndum hjúnalag
 
30.06.2017 - 10:52

Í Týsklandi sleppa samkynd nú eisini at giftast. Samvldistingið samtykti í morgun at loyva samkyndum hjúnalag. Ein meiriluti, sum var størri enn væntað, tók undir við uppskotinum.

393 tingfólk atkjvøddu fyri og 226 ímóti. Lagt varð upp til, at tinglimirnir skuldu atkvøða eftir egnari samvitsku og vórðu ikki bundnir av støðuni hjá flokkinum. Samveldiskanslarin, Angela Merkel, atkvøddi sjálv ímóti.

Royndu at forða málinum

Tað var ein av samgonguflokkinum, SPD, sum setti málið á dagsskrá saman við andstøðuflokkunum teimum Grønu og Vinstraflokkinum. 

Stjórnarflokkarnir CDU og CSU vóru ímóti og royndu at forða málinum við at krevja, at týski stýrisskipanardómstólurin fyrst bleiv spurdur, hvat hann helt um samkynt hjúnalag.

Men ein meiriluti í tinginum atkvøddi fyri at loyva samkyndum hjúnalagi í Týsklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039