Kinesiski forsetin ávarar fólkið í Hong Kong

Kinesiski forsetin ávarar fólkið í Hong Kong
Mótmælisfólk í Hong Kong halda, at Kina áhaldandi brýtur avtaluna við Bretland um at Hong Kong skuldi hava fólkaræði
Kinesiski forsetin Xi Jinping
Mynd: Savnsmynd  
 
01.07.2017 - 09:05


Kinesiski forsetin, Chinese President Xi Jinping , hevur ávarað fólkið í Hong Kong ímóti at seta seg upp ímóti stjórnini í Peking og hennara ávirkan á stýrið í Hong Kong.

Í hesum døgum eru tjúgu ár síðani Bretland lat Kina ræðið á Hong Kong, og í tí sambandi er kinesiski forsetin komin til Hong Kong at vera hjástaddur, nú nýggi leiðarin fyri stjórnina í Hong Kong, Carrie Lam, er tikin í eið.

Samstundis hava mótmælisgongur verið í Hong Kong ímóti stjórnini í Bejing og teimum avmarkingum, sum hon royndir at leggja á demokratiið í Hong Kong.

Ein statur - tvær stýrisskipanir

Mótmælisfólkini minna áhaldandi kinesisku myndugleikarnar á avtaluna við Bretland, tá Kina tók yvir valdið í Hong Kong, at talan var um ein stat, men um tvær stýrisskipanir soleiðis at Hong Kong hevði sína egnu skipan, ið var leys av teirri kinesisku.

Tá kinesiski forsetin, Xi Jinping, helt røðu á hátíðarhaldinum ávaraði hann fólkið í Hong Kong ímóti at seta seg upp ímóti kinesiskum fullveldi, landsins trygd og tess áhugamálum.

Allar royndir at seta seg upp ímóti kinesiska yvirvaldinum og gera seg inn á sambandið millum stjórnirnar í Bejing og Hong Kong er at fara yvir um mark og fer ikki at vera tolt, segði Xi Jinping, forseti, í røðu síni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744