Bretar vilja hava valdið í egnum sjógvi

Bretar vilja hava valdið í egnum sjógvi
Arbeiða við at seta millumtjóða sáttmála úr gildi
 
02.07.2017 - 16:39

Í Bretlandi vil umhvørvismálaráðharrin seta ferð á arbeiðið at seta millumtjóðasáttmálan úr gildi, sum loyvir útlendingum at fiska í bretskum sjóøki.

Tað vil siga, at írar, hollendarar, fraklendingar, týskarar og belgiarar skulu ikki troyta bretsku grunnarnar meira.

Tað skrivar BBC fyrrapartin.

- Nú taka vit ræðið aftur á okkara egna sjógvi, sigur Michael Gove, sum er umhvørvismálaráðharri.

Millumtjóðasáttmálin varð undirskrivaður í 1964, áðrenn Bretland fór upp í ES.

Avgerðin ber við sær, at bretar sleppa heldur ikki at fiska í ES-sjógvi.

Í Bretlandi verður fiskivinnupolitikkurin hjá ES mettur at hava verið ein vanlukka fyri fiskimenninar, og tað vil stjórnin broyta.

Men hetta er eisini ein avgerð, sum fer at verja umhvørvi, heldur ráðharrin.

- Fiskivinnupolitikkurin hjá ES hevur verið ein vanlukka fyri okkara umhvørvi, og vit vilja nú stimbra undir eina burðardygga fiskivinnu, sigur Michael Gove.

Greenpeace ávarar bretar, at bretska fiskivinnan fær ikki betri livikor av einans at taka ræðið á heimasjónum.

Í Danmark stendur fiskivinnan til at missa 40 prosent av inntøkunum, nú bretar fáa sítt egna fiskimark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632