Nýggj floghavn brúkast til savn

Nýggj floghavn brúkast til savn
Gølurakt floghavn í Týsklandi kann brúkast til savn, heldur enn nýggja floghavn, heldur stjóri í flogfelag
Nýggi flogvøllurin í Berlin, Brandenburg, kann brúkast til savn. Tað heldur stjórin í Air Berlin-flogfelagnum, Thomas Winkelmann
Mynd: Wikimedia Commons  
 
03.07.2017 - 09:14

Nýggi flogvøllurin í Berlin, Brandenburg, kann brúkast til savn. Tað heldur stjórin í Air Berlin-flogfelagnum, Thomas Winkelmann, sambært check-in.dk.

Gølurakta lufthavnin skuldi eftir ætlan takast í nýtslu í 2012, men tað varð útsett aftur og aftur,  tí stórir tøkniligir trupulleikar vóru millum annað við eldsløkkingarskipanini í terminalunum.

Nú letur lufthavnin - eftir ætlan - upp seint í 2018. Men í mars í ár varð í eini frágreiðing róð framundir, at tað ikki verður fyrr enn á vári í 2019.

Vilja heldur verða í gomlu floghavnini

Hóast gamla Tegel-floghavnin fleiri ferðir er kosin at verða heimsins vánaligasta floghavn, so vil Air Berlin heldur verða í niðurslitnu Tegel-floghavnini, um hon ikki letur aftur, sum ætlanin nú er. 

Orsøkin er stóri vøksturin í ferðafólkatalinum í Berlin - á Tegel og á hinum flogvøllinum í Berlin, - Schønefeld, sum hevur verið, meðan Brandenburg hevur staðið í gerð.

Í fjør fóru 33 milliónir ferðafólk um Tegel-flogvøllin og Schønefeld-flogvøllin, meðan Brandenburg er gjørdur til at taka ímóti 27 milliónum ferðafólkum. So um Tegel og Schøneberg lata aftur, verður Brandenburg frá fyrsta degi ov lítil.

- Trupulleikarnir við Berlin Brandenburg-flogvøllinum eru ein skendsil fyri alt Týskland, sigur handilsstjórin í Air Berlin, Paul Gregorowitsch, við heimasíðuna, check-in.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847