Óttast ófrið á G20-toppfundi

Óttast ófrið á G20-toppfundi
Løgreglan í týska býnum, Hamburg, væntar túsundtals mótmælisfólk, nú G20-toppfundur skal haldast í býnum
Eitt mótmælisfólk ger um seg í Hamburg undan G20-toppfundinum um vikuskiftið. Løgreglan óttast ófrið, nú 5.000 mótmælisfólk fara at gera vart við seg
Mynd: AP  
 
06.07.2017 - 10:50

Løgreglan í týska býnum, Hamburg, fyrireikar seg til ógvusligan ófrið uppundir G20-toppfundin, sum verður í týska satórbýnum um vikuskiftið. 

Kendir leiðarar, sum Donald Trump, Vladimir Putin og Erdogan, forseti í Turkalandi koma til býin seinnapartin, og løgreglan er longu farin undir at fyrireika seg, tí minst 5.000 mótmælisfólk fara at gera vart við seg.

Hald longu lagt á vápn

Talan er um mótmælisfólk, sum ikki aftra seg við at bera vápn, skrivar The Guardian. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur longu heitt á mótmælisfólkini, ið streyma til býin, um at bera seg rætt at, og at mótmæla friðarliga.

Løgreglan í týska býnum sigur seg longu hava lagt hald á hópin av knívum, og ymisk kemisk evni í dunkum, sum mótmælisfólkini høvdu við sær.

Hermenn hava eisini fingið boð um at skipa lóg og landaskil, og verjumálaráðið hevur rátt teimum frá at vera í hermannabúna, fyri at sleppa undan óneyðugum harðskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039