Løgreglufólk særd í G20-ófriði

Løgreglufólk særd í G20-ófriði
Tað eru støðugir samanbrestir ímillum løgreglu og mótmælisfólk í Hamburg, sum hýsir G20-toppfundi
Fleiri løgreglufólk eru særd og eldur er settur á bilar í ófriði í týska býnum, Hamburg, nú G20-toppfundur er í býnum
Mynd: AP  
 
07.07.2017 - 17:04

Særd løgreglufólk, brennandi bilar, tikin mótmælisfólk og væntandi trygd. Tað er støðan í týska býnum, Hamborg, sum í hesum døgum hýsir G20 toppfundinum.

Tað eru støðugir samanbrestir ímillum løgregluna og mótmælisfólkini, og týska løgreglan sigur nú, at 159 løgreglufólk eru særd í bardøgunum við mótmælisfólkini. 45 mótmælisfólk eru tikin.

Brandbumbur eftir løgregluni

Løgreglan hevur almannakunngjørt myndir av særdum løgreglufólkum, og at mótmælisfólkini tveita brandbumbur eftir løgregluni.

Ófriðurin hevur millum annað. havt við sær, at kona amerikanska forsetan, Melania Trump, ikki er sloppin til tiltøk í býnum.

- Orsøkin er, at trygdin uttanfyri gistingarhúsið er ikki í lagi, sigur ein talskvinna fyri amerikansku forsetafrúuna.

Leiðarar úr 20 londum samlaðir

Eisini týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schäuble, hevur avlýst okkurt tiltak av trygdarávum.

Síðani tíðliga í morgun hava samanbrestir verið ímillum mótmælisfólk og løgregluna. Nógv stóð á, tá mótmælisfólkini royndu at koma sær inn á trygdarøkið, har polittisku samráðingarnar eru.

Leiðararnir úr 20 londum eru samlaðir í Hamburg í dag og í morgin, fyri at tosa um veðurlagsbroytingar, yvirgang og búskap.

20.000 løgreglufólk

Ein talskvinna fyri mótmælisfólkini sigur, at fleiri mótmælisfólk eru særd í samanbrestunum við løgregluna, summi eru álvarsliga skadd, men hon segði seg ikki kunna siga, hvussu nógv mótmælisfólk talan er um.

Mótmælisfólkini byrjaðu sítt virksmei longu týskvøldið, hóast stats- og ríkisleiðararnir ikki komu til býin fyrr enn í gjár. Og síðani tá hevur týska løgreglan havt úr at gera.

20.000 løgreglufólk eru í Hamburg, fyri at tryggja býin, men tað er alt ov lítið, og tí hevur løgreglan biðið um hjálp. Samstundis verður boðað frá, at skotið er eftir eini tyrlu, sum fleyg yvir býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744