Kina brúkar Grønland at sleppa framat Arktis

Kina brúkar Grønland at sleppa framat Arktis
Danska fregnartænastan hevur eyguni við kinesiska virkseminum í Grønlandi
Grønnedal
 
11.07.2017 - 09:05

Fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur stóran áhuga fyri tí, sum kinesarar gera í Grønlandi.

Kina roynir at fáa fótin fastan í Arktis og ger íløgur og stovnar fyritøkur í Grønlandi. 

Í desember í fjør legði danska stjórnin uppí, tá kinesiska felagið General Nice Groups ætlaði at keypa flotastøðina Grønnedal, tí stjórnin vildi ikki hava bæði USA og Kina í Grønlandi, varð sagt.

Hava keypt seg inn í grønlendska námsvinnu

Stjórnin hevur tó alment sagt, at Danmark hevði brúk fyri Grønnadal, tí ætlanin var at lata flotastøðina uppaftur.

Í fjør heyst keypti kinesiska felagið Shenghe 12,5 prosent av avstralska felagnum Greenland Minerals and Energy Limited, sum hevur námsvinnu í Grønlandi.

Fregnartænastan heldur ikki, at kinesiski staturin stendur aftan fyri slík keyp, men tey hava áhuga kortini, tí tætt samband er millum vinnulívið og statin í Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744