Bara triðihvør stuðlar Trump

Bara triðihvør stuðlar Trump
Amerikanski forsetin, Donald Trump, ið nú hevur sitið sum forseti í eitt hálvt ár, er minst avhildni forsetin seinastu 70 árini
Bara 36 prosent av amerikanska fólkinum siga seg stuðla Trump, meðan 58 prosent siga seg ikki stuðla hann
 
17.07.2017 - 10:09

Tað vísir ein kanning, sum ABC News og Washington Post hava gjørt. Bara 36 prosent av amerikanska fólkinum siga seg stuðla Trump, meðan 58 prosent siga seg ikki stuðla hann.

So vánaligt skoðsmál hevur eingin forseti fingið seinastu 70 árini, skriva miðlarnir. Fleiri kanningar eru gjørdar í juli, og allar vísa tað sama; at 57 ella 58 prosent av fólkinum siga seg ikki vera nøgd við forsetan.

Undan Trump hevur eingin forseti fingið so vánaligt skoðsmál síðani Gerald Ford í 1975 fekk undirtøku frá 40 prosentum av fólkinum. Mest avhildni forsetin var Harry S. Truman, sum fekk undirtøku frá 82 prosentum av fólkinum, tá hann hevði sitið í eitt hálvt ár.

Truman bleiv forseti eitt hálvt ár áðrenn seinni heimsbardagi endaði. Tá søgdu bara níggju prosent, at tey ikki vóru nøgd við forsetan. Næstan annarhvør amerikanari heldur eisini, at støðan hjá USA í heiminum er viknað undir Trump sum forseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744