ES væntar at missa veiðirættindi í norskum sjógvi

ES væntar at missa veiðirættindi í norskum sjógvi
Brxit kann hava við sær, at Noreg missir áhugan fyri ES-sjógvi, tí norsk skip fiska mest í bretskum sjógvi
Norðmenn hava lítlan áhuga fyri fiskirættindum í ES-sjógvi
Mynd: WWF Norge  
 
10.08.2017 - 08:06

Fiskivinnan í ES stúrir fyri atgongdini til norskan sjógv, tá Bretland fer úr ES um tvey ár, skriva Fiskifrettir í Íslandi.

Noreg hevur lítlan áhuga fyri fiskirættindum í ES sjógvi eftir Brexit, tí norsk skip fiska so at siga bara í bretskum sjógvi.

Tað stendur í frágreiðing, sum varð gjørd fyri fiskivinnunevndina hjá ES. 

Tey, sum gjørdu frágreiðingina, hava lagt til merkis, at Noreg hevur lítlan áhuga fyri at sleppa at fiska hjá ES, eftir at Bretland er farið úr ES. 

Vilja ikki missa rættindi

Men fiskiskip í ES fiska nógv í norskum sjógvi. Og tey rættindi vilja tey, sum vera man, ikki missa.

Í frágreiðingini hjá fiskivinnunevndini í ES verður mælt til, at atgongdin hjá norskum fiskavørum á ES-marknaðin er tengd at rættindunum hjá ES-flotanum í norskum sjógvi.

ES noyðist tí at gera nýggjan fiskirættindasáttmála við Noreg.

Frágreiðingin nevnir grønlendsku loysnina. Grønland fór úr ES í 1985. 

ES slapp tó at fiska í grønlendskum sjógvi, og Grønland fekk tollfrælsi fyri fiskavørur í ES, skriva Fiskifrettir.

Bretland noyðist at gera nýggjar sáttmálar við nógv lond, millum annað við Føroyar, um fiskirættindi, tá sáttmálarnir hjá ES ikki longur vera galdandi fyri Bretland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028