Rumbul um fólkaatkvøðu í Katalonia

Rumbul um fólkaatkvøðu í Katalonia
Landspartatingið í Katalonia hevur útskrivað fólkaatkvøðu um sjálvstýri. Stjórnin í Spania er í øðini og sigur samtyktina vera ólógliga.
 
07.09.2017 - 11:46

Rumbul er um fólkaatkvøðuna í Katalonia, sum skal vera tann 1. oktober.

Í gjár samtykti tingið í Barselona, sum er landspartatingið í Katalonia, at fólkaatkvøða um sjálvstýri skal vera um sjálvstýri 1. oktober.

Lógaruppskotið varð viðgjørt í skundi og frávik vórðu gjørd frá tíðarfreistum. Limirnir í stjórnini hava undirskrivað lógina.

Stjórnin í Madrid er í øðini um fólkaatkvøðuna og leggur lokaklu stjórnina undir at at sýna einaræðisligan atburð. Stjórnin hevur kært málið inn fyri grundlógardómstólin og sigur at talan er um grundlógarbrot og valdsmisnýtslu.

Væntandi fer grundlógardómstólurin longu í dag at lýsa fólkaatkvøðuna at vera ólógliga, sigur Morten Heiberg, professari í sponskum samfelagsviðurskiftum á Universitetinum í Keypmannahavn, við DR.

-Vit standa í einum sera, sera truplum stríði, har landspartastjórnin í Katalonia partú vil hava eina fólkaatkvøðu, hóast hon er ólóglig sæð frá einum sponskum, stjórnarskipanarligum sjónarmiði, sigur Morten Heiberg.

Hann sigur, at stjórnarskipanarlógin púra greitt sigur, at Spania kann ikki fara sundur, og tí er avgerðin hjá katalonska tinginum ólóglig.

Men katalanska stjórnin viðurkennir ikki grundlógardómstólin longur, og tí er stríðið so fastlæst, heldur professarin.

Í 2010 avgjørdi grundlógardómstólurin í Spania, at onki løgfrøðiligt grundarlag er fyri at Katalonia kann gerast stjálvstøðug tjóð. Hetta elvdi til fleiri mótmælisgongur í árunum, sum komu.

Í 2015 fingu flokkarnir, sum vilja loysa frá Spania, meiriluta í katalanska landspartatinginum.

Men sambært nýggjastu meiningarkanningum er kortini ikki meiriluti fyri sjálvstýri millum fólkið í Katalonia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870