Skotland er heimsins vakrasta land

Skotland er heimsins vakrasta land
Nýggj kanning staðfestir, at Skotland er vakrasta land í heiminum. Kanada er nummar tvey og Ný Sæland nummar trý.
 
09.09.2017 - 15:23

Tað er vegleiðingar-tíðarritið Rough Guide sum hevur gjørt kanningina.

Leiðarin í VisitSkotland, Malcolm Roughland, vísir á, at seinasta átakið, sum tey gjørdu, var at biðja fólk siga frá, hvussu tey kendu seg og upplivdu Skotland. Svarini vóru greið, fólk kendur seg væl í Skotlandi, og stemningurin var serligur, sigur leiðarin í VisitSkotland.

Hann fegnast samstundis um, at Skotland uttan iva fer at fáa fleiri vitjandi, og hann sigur seg vóna, at tey fara væl um bæði náttúruna og bygningar.

Fleiri norðurlond eru millum tey 20 vakrastu londini. Fremst er Ísland, sum verður mett sum áttinda vakrasta land í heiminum, Finland gjørdist nr. 14 og Noreg nr. 17. Danmark og Svøríki eru ikki á listanum fyri heimsins vakrastu lond.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744