Irma kravt trý mannalív í Florida

Irma kravt trý mannalív í Florida
Vindferðin í ódnini var 60 metrar um sekundið, tá hon kom inn yvir vesturstrondina
 
10.09.2017 - 16:08

Ódnin Irma kom seinnapartin okkara tíð inn yvir vesturstrondina á amerikanska statinum Florida, og longu nú hevur ódnin kravt trý mannalív.

Ódnin er á fjórða stigi á ódnarmátaranum. Tað merkir, at vindferðin er upp í 69 metrar um sekundið í hvirlunum.

Myndugleikarnir siga, at meira enn ein millión hús og handlar hava mist streymin, og vandi er fyri, at nógv fleiri fara at liggja í streymloysi næstu tímarnar.

Ódnarstovnurin í USA væntar, at Irma fer at hava uppaftur meira vind við sær, so hvørt hon kemur inn yvir vesturstrondina í Florida. 

Tá hon kom inn yvir Florida var vindferðin umleið 60 kilometrar um sekundið. 

Myndugleikarnir hava váttað, at trý fólk eru deyð í ódnini í statinum.

Irma, sum hevur herjað fleiri oyggjar í karibiska havinum seinastu dagarnar, hevur kravt í minsta lagi 25 mannalív.

Á oynni Barbuda vórðu 95 prosent av øllum húsum og bygningum løgd í oyði. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744