Fríur handil millum ES og Kanada

Fríur handil millum ES og Kanada
Fríhandilsavtalan millum ES og Kanada, tann sonevnda CETA-avtalan, kemur í gildi ídag.
 
21.09.2017 - 07:36

 

Avtalan tekur burtur allar handilsforðingar fyri matvørur, tænastur og størri almennar uppgávur. Avtalan tekur burtur 99 prosent av øllum tollforðingum millum ES og Kanada. Í ES verður roknað við, at evropeiskir útflytarar fara at spara umleið 3,7 milliardir krónur í tollútreiðslum um árið.

 

Tann parturin av avtaluni, sum fevnir um at gera íløgur hjá hvørjum øðrum, kemur tó ikki í gildi fyrr enn seinni.

 

Við fríhandilsavtaluni kann Kanada eittnú selja fisk og skeljadjór tollfrítt í ES.

 

Kanadiski búskapurin er millum 10 teir størstu í heiminum.

 

Avtalan millum ES og Kanada hevur verið leingi ávegis. Samráðingarnar vardu í sjey ár, áðrenn partarnir í oktober í fjør skrivaðu undir.

 

Fríhandilsavtalan verður mett sum eitt stórt frambrot í samhandlinum millum ES og Kanada.

 

Bara í Danmark roknar vinnan við at økja útflutningin til Kanada við 30 prosentum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283