Sviar leingja marknaeftirlitið

Sviar leingja marknaeftirlitið
Svenski uttanríkisráðharrin, Morgan Johansson, hevur boðað ES-nevndini frá, at eftirlitið við landamarkið har suðuri í landinum verður longt
Sviar leingja marknaeftirliti
Mynd: TT  
 
14.10.2017 - 10:36

Svenska stjórnin sigur, at tað er hóttanin móti landsins trygd og vandin fyri nýggjum yvirgangsálopum, sum er orsøkin. Verðandi marknaeftirlit gongur út 11. november. 

- So seint sum 7. apríl í ár var yvirgangsálop framt í Svøríki. Og nærum hvønn mánað henda álvarslig álop fleiri staðni í Evropa. Tí eru vit samd um, at neyðugt er við betri eftirliti við, hvussu fólk ferðast innan felagsskapin, segði Johansson við Svenska YLE í sambandi við fundin fyri innanríkisráðharrar í ES.


Tey sum koma til Svøríki úr Týsklandi, og ikki minst úr Danmark, skulu sostatt frameftir eisini vísa samleikaprógv.

Umframt Svøríki, fara Danmark, Týskland, Frakland, Eysturríki og Noreg at leingja marknaeftirlitið til mai-mánað næsta ár.

ES-nevdnin hevur boðað frá, at tað er ikki trýsti frá migrantum, sum er orsøkin til marknaeftirlit, - men at nevndin góðkennir longt marknaeftirlit av trygdarávum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744