IS fólk flýggja úr Raqqa

IS fólk flýggja úr Raqqa
Sameindu deildirnar hava sett sær fyri at taka býin
 
15.10.2017 - 15:16

Fleiri limir í yvirgangsfelagskapinum, Islamskum Stati, hava fingið frítt at fara úr sýriska býnum, Raqqa, eftir at ein avtala er fingin í lag við borgararáðið í býnum, sigur eitt umboð fyri ráðið, Omar Alloush, við fronsku tíðindastovuna, AFP.

Ein umboðsmaður fyri Sýrisku Demokratisku deildirnar, sum USA stuðlar, sigur, at deildirnar nú fara undir seinasta og endaliga álopið á býin, eftir at avtalan er fingin í lag, og 275 limir í IS, og familjur teirra, nú fara úr býnum.

Allir teir sýriski limirnir í Islamskum Stati, fóru úr býnum í gjár, og nú fara so eisini útlendskir limir í bólkinum úr býnum, sigur talsmaðurin. Alloush sigur seg ikki vita, hvussu nógvir útlendskir limir í IS eru farnir úr býnum,og heldur ikki hvagar teir fóru. Teir tóku gíðslar fyri at verja seg sjálvar, sigur hann. Møguliga eru teir farnir til landspartin, Deir al-Zor, har IS framvegis hevur ein part av valdinum á.

Sivilfólk sleppa eisini úr býnum, áðrenn álopið byrjar. Tað eru kurdiskar og arabiskar deildir sum manna Sýriska demokratiska herin, og tær hava gingið á odda í stríðnum ímóti Islamskum Stati, við hjálp úr USA.

At Raqqa nú verður tikin, er eitt stórt afturstig fyri Islamskan Stat, sum tók býin í 2014. Eftir at felagskapurin tók býin, vórðu øll sum hildu við sýrisku myndugleikunum tikin av døgum, eins og allar shiamuslimskar moskur og kirkjur vórðu javnaðar við jørðina. Sameindu herdeildirnar settu sær fyri at taka býin aftur og álopið á býin byrjaði í juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744