Noreg útflytir nógvan fisk

Noreg útflytir nógvan fisk
Sølan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 69 milliardir kr.
 
15.10.2017 - 15:08

Fyrstu 9 mánaðirnar í ár útflutti Noreg fiskavørur fyri 69 milliardir kr. Talan var um 1,8 milliónir tons av fiskavørum.

Sølan vaks við trimum prosentstigum og virðið vaks við 6 prosentstigum. Sølan í september var 189.000 tons, sum vórðu seld fyri 8 milliardir kr.

Talan var um 18 prosentstig minni í nøgd og 8 prosentstig minni í virði enn í september í fjør.

Sølan av laksi var tann sama sum í fjør, men minni varð selt av sild og makreli.

Noreg hevur higartil í ár selt 711.000 tons av laksi fyri 48 milliardir kr. Tað er sama nøgd sum í fjør, men virðið er økt við 10 prosentstigum, ella 4,2 milliardum kr.

Í september var sølan av laksi 97.300 tons fyri 5,8 milliardir kr. Prísurin á alda laksinum var 55,47 norskar kr fyri kg í september, 1,12 kr hægri fyri kg enn somu tíð í fjør.

Poland og Frakland keyptu størsta partin av laksinum í Noreg í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044