Krúnprinsur í Saudiarabia lovar nútíðarsamfelag

Krúnprinsur í Saudiarabia lovar nútíðarsamfelag
Mohammed bin Salman, krúnprinsur í Saudiarabia, boðar frá broytingum í landinum við nútíðar muslimskari trúgv og grønari orku
 
25.10.2017 - 15:43

Í nuverandi Saudiarabia eru tað sunnimuslimar sum ráða fyri borgum og sharialógir eru galdandi. Ótrúskapur og rúsevnasmugling førir til deyðarevsing, og kvinnur mugu framvegis hava ein mann at syrgja fyri sær. Demokrati er mestsum ókent í kongaríkinum.

Men nú ætlar Mohammed bin Salman, krúnprinsur viðurskiftini øðrvísi, kunngjørdi hann á eini íløguráðstevnu í høvuðstaðnum.

Hann gjørdi vart við, at 70 prosent av fólkinum í landinum eru undir 30 ár, og tey vilja ikki halda fram undir verandi støðu, men vilja hava eitt betri og frælsari lív.

Orðini verða mett sum eitt álop á mest konservativu kreftirnar í landinum, og hann nevndi einki um støðuna hjá teimum umleið tveimum milliónum sjiamuslimunum, sum búgva í landinum.

Nýggjan, grønan bý við øðrvísi lógum

Hann boðaði samstundis frá, at Saudiarabia hevur ætlanir um at byggja ein nýggjan bý í útnyðringspartinum av landinum. Býurin skal skipast øðrvísi enn restin av landinum, og har skulu aðrar lógur vera galdandi. Og øll orka í býnum skal koma frá grønum orkukeldum.

Ætlanin er mett at kosta 500 milliardir dollarar, og hevur fingið heitið Neom.

Býurin skal vera í einum øki sum er 26.500 ferkilometrar, og skal eisini kunna vaksa bæði til Egyptalands og Jordan. Endamálið er at draga fyritøkur sum gera tøkni til økið.

Týskarin, Klaus-Christian Kleinfeld, sum stóð á odda fyri Siemens frá 2005 til 2007, skal standa á odda fyri ætlanini.

Næstu 10 árini skulu 5 milliónir ungfólk á arbeiðsmarknaðin í Saudiarabia, og ætlanin er, at tey millum annað skulu starvast í nýggja býnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744