Carles Puigdemont tikin úr embætissessinum

Carles Puigdemont tikin úr embætissessinum
Ein tíma eftir at katalanar lýsti loysing, setti spanska stjórnin grein 155 í verk, ið tekur burtur katalanska sjálvstýrið. Val verður 21. december
 
29.10.2017 - 09:50

Í Katalonia er støðan ógreið og spent, eftir at spanska stjórnin fríggjakvøldið sendi landspartastjórnina til hús og skrivaði út val.

Fríggjakvøldið samtykti ein meiriluti í katalonska tinginum at loysa frá Spania við 70 atkvøðum fyri og 10 ímóti. 

Hetta fekk sponsku miðstjórnina at seta í verk grein 155 í sponsku grundlógini, sum gevur sponsku stjórnini heimildir til at taka sjálvstýri í Katalonia úr gildi og skriva út nýtt val. 

Grein 155 varð samtykt við stórum meiriluta í spanska senatinum ein tíma eftir, at katalanar høvdu lýst loysingina. 

Hetta merkir samstundis, at katalonski forsetin, Carles Puigdemont, er tikin úr embætissessinum.

Sambært bretska tíðindastovninum, BBC, fordømir Puigdemont avgerðina hjá sponsku stjórnini, og hann sigur seg ikki hava ætlanir um at gevast við arbeiðinum um at tryggja katalanskt sjálvstýrið. 

Tað er enn ógreitt, hvussu spanska stjórnin skal yvirtaka valdið. Ein talsmaður fyri sponsku stjórnina sigur, at Puigdemont kann stilla upp til valið, sum verður 21 december í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039