Puigdemont givið seg upp í hendurnar á løgregluni

Puigdemont givið seg upp í hendurnar á løgregluni
Fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont og fýra av hansara ráðharrum hava givið seg upp í hendurnar á belgisku løgregluni í morgun.
 
05.11.2017 - 15:11

Ein talsmaður hjá belgisku ákærumyndugleikunum í Bruxelles váttar  á tíðindafundi í dag, at fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont og fýra av hansara ráðharrum hava givið seg upp í hendurnar á belgisku løgregluni.

Tað skrivar dr.dk

Á tíðindafundinum var boðað frá, at teir fimm, sum eru eftirlýstir av sponsku myndugleikunum, hava meldað seg sjálvar til belgisku myndugleikarnar klokkan 17 minutir yvir 9 í morgun.

Síðani hava teir saman við sínum sakførarum fingið boðini um varðhaldsfongsling. 

Teir fimm eru í varðhaldi og verða avhoyrdir seinnapartin av einum belgiskum dómara, sum innan 24 tímar skal taka støðu til, um evropeiska varðhaldsboðið hjá sponsku myndugleikunum skal setast í verk.

Varðahldsboðið var sent út fyrr í vikuni eftir at Puigdemont og teir fýra ráðharrarnir ikki møttu til avhoyringar í rættinum í Madrid hósdagin.

Teir eru millum annað ákærdir fyri at elva til uppreistur eftir at Katalonia lýsti loysing frá Spaniu tann 27. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114