Seinasta kæran avgreidd og slætt borð fyri jól

Seinasta kæran avgreidd og slætt borð fyri jól
Landsstýrismálanevndin fer nú at skriva niðurstøðu um Høgna Hoydal, sum Jørgen Niclasen kærdi
Landsstýrismálanevndin fer nú at skriva niðurstøðu um Høgna Hoydal.
 
27.11.2017 - 13:03

Landsstýrismálanevndin fer nú at skriva niðurstøðu um seinastu kæruna, nevndin hevur, og ætlanin er at hava slætt borð fyri jól, sigur nevndarformaðurin, Magnus Rasmussen.

Jørgen Niclasen, tingmaður, kærdi 28.februar Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyri fyrst at skriva út fiskirættindi og síðani taka hesi rættindi aftur.

Nevndin hevði fund fyrrapartin. Høgni Hoydal var á fundinum.

Nevndin fer nú at skriva niðurstøðu um málið. 

Jørgen Niclasen sigur, at nótaskipini fingu rætt at fiska sløk 23.000 tons av makreli í ES-sjógvi.

Rættindi

Tonsini vórðu býtt millum skipini.

Nótaskipini fingu øll fiskiloyvi, har tilskilað varð, hvussu nógv hvørt skip kundi fiska. 

Men við kunngerð 26.januar í ár tók landsstýrismaðurin ein part av hesum rættindum aftur.

Jørgen Niclasen vísir í kæruni á, at verður ein tílík tilsøgn tikin aftur, kann tann, sum missir hana, krevja endurgjald frá landskassanum. 

Høgni Hoydal vísir aftur, at hetta málið kann javnmetast við at taka fiskiloyvi aftur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672