May tapti atkvøðugreiðslu

May tapti atkvøðugreiðslu
Bretski forsætisráðharrin tapti í gjárkvøldið eina atkvøðugreiðslu í parlamentinum, sum krevur eina broyting í skilnaðaravtaluni frá ES
 
14.12.2017 - 09:38

Undir atkvøðugreiðsluni atkvøddu 309 fyri at broyta uppskotið, meðan 305 tóku undir við uppskotinum hjá May.

Broytingin hevur við sær, at parlamentið skal góðkenna eina og hvørja lóg, sum skal gerast, áðrenn Bretland og ES fara hvør til sítt.

Eygleiðarar meta atkvøðugreiðsluna at koma illa við hjá Theresu May uppundir toppfundin í ES, sum verður í dag og í morgin.

Tað vóru limir í Konservativa flokkinum hjá Theresu May, sum kravdu broytingina, og Dominic Grieve, sum fyrr hevur verið løgmálaráðharri, sum broytti uppskotið.

Aðrir limir í Konservativa flokkinum skrivaðu eisini undir broytingaruppskotið, og størsti andstøðuflokkurin tók eisini undir við broytingini.

-Tað hevur ikki borið til at fingið eitt samskifti í lag við stjórnina, og tí er neyðugt við hesi broytingini, segði Dominic Grieve, tá broytingin varð samtykt.

Theresa May, forsætisráðharri, vann annars ein polittiskan sigur í farnu viku, tá hon fór til Bruxelles at hitta formannin í ES nevndini, Jean-Claude Juncker.

Eftir tann fundin gjørdi ES nevndin av at farast kann undir næsta stigið í samráðingunum um brexit.

Fundurin í dag og í morgin snýr seg um treytirnar fyri skilnað, búskaparliga uppgerðin, hvørjar treytir borgarar í ES fáa í Bretlandi og viðurskiftini á markinum ímillum Írland og Norðurírland.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114