Carla Sands vil hitta føroyingar

Carla Sands vil hitta føroyingar
Á sínum fyrsta arbeiðsdegi fortaldi nýggja amerikanska sendikvinnan í Danmark, at hon fegin vil hitta føroyingar.
 
17.12.2017 - 12:50

Tann 57 ára gamla Carla Sands, sum er nýggj amerikonsk sendikvinna í Danmark, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í gjár.

Í samrøðu við DR Nyheder fortaldi hon millum annað, at hon fegin vil hitta føroyingar.

- Eg vil hitta so nógvar danskarar, føroyingar og grønlendingar, sum yvirhøvur gjørligt, meðan eg eri her. Eg vóni at kunna vitja allar partar av Danmark, segði Carla Sands í samrøðu við DR Nyheder í gjár.

Tann 57 ára gamla Carla Sands bleiv í september útnevnd at vera nýggja amerikanska sendikvinnan í Danmark næstu fýra árini.

Carla Sands bleiv alment útnevnd sum sendikona tann 15 desember og kemur at arbeiða sum sendikona í Danmark, so leingi sum Donald Trump er forseti.Higartil er tað til januar 2021.

Rufus Gifford var undanmaður Carla Sands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114