Høgni aftur í Uttanlandsnevndina um Ísland

Høgni aftur í Uttanlandsnevndina um Ísland
Ráðførsla í dag um fiskirættindasáttmálan við Ísland
Íslendsku skipini fóru fyrr enn vant eftir lodnuni í ár.
 
18.01.2018 - 07:26

Sáttmálaloysið millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi er aftur á skránni hjá Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum í dag.

Klokkan eitt fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at ráðføra seg við nevndina um fiskivinnusamráðingar við Ísland fyri 2018. 

Nú eingin sáttmáli er, eru íslendsku skipini, sum annars plagdu at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi hesa tíðina, longu farin eftir lodnuni undir Íslandi.

Føroysku uppsjóvarskipini, sum onnur ár kundu fiska lodnu í íslendskum sjógvi eftir ársskiftið, fiska svartkjaft undir Føroyum.

Altingið sleit sáttmálan

Sáttmálin millum Ísland og Føroyar, sum varð gjørdur í januar í fjør, loyvdi annars føroyskum skipum at fiska lodnu til 30.apríl í ár. Men altingið setti tann sáttmálan úr gildi millum jól og nýggjár.   
Høgni Hoydal hevur fyrr í januar verið í Uttanlandsnevndini og ráðført seg um samráðingarnar við Ísland.  

Hesar ráðførslur eru í trúnaði, so einki fæst at vita um tær.

Landsstýrisfólk plaga at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, tá tey hava okkurt at leggja fram í samráðingum við onnur lond.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522