Landastjóri í Oxfam keypt kynsligar tænastur

Landastjóri í Oxfam keypt kynsligar tænastur
Ein fyrrverandi landastjóri í Oxfam viðgekk í 2011 at hava keypt kynsligar tænastur frá skøkju, tá Oxfam veitti neyðhjálp í Haiti í 2010
 
19.02.2018 - 14:09

Ein fyrrverandi landastjóri fyri Haiti í bretska neyðhjálparfelagsskapinum, Oxfam, viðgekk í 2011, at hann hevði keypt kynsligar tænastur frá skøkjum, tá felagsskapurin veitti neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtavanlukkuna í Haiti í 2010.

Tað vísir ein innanhýsis kanning, sum Oxfam hevur kunngjørt í dag.

Kanningin varð gjørd eftir skuldsetingar um, at starvsfólk hjá Oxfam í Haiti høvdu keypt kynsligar tænastur.

Dagblaðið, The Times, avdúkaði málið fyri 14 døgum síðani.

Fyrrverandi landastjórin hjá Oxfam í Haiti hevur annars víst aftur, at hann hevur havt samband við skøkjur ella børn undir lógaraldur. Hann segði seg úr starvi í 2011.

Í einum brævi til eina sjónvarpsstøð í heimlandinum, Belgia, sigur fyrrverandi landastjórin, at hann segði seg úr starvinum í Haiti, tí hann megnaði ikki at hava nóg gott eftirlit við starvsfólkum, sum vórðu skuldsett fyri kynsliga misnýtslu.

Fleiri av almennu umboðunum hjá Oxfam, teirra millum suðurafrikanarin, Desmond Tuto, hava tikið seg aftur.

Bretska stjórnin hevur eisini boðað frá, at hon gevst við at styðja Oxfam fíggjarliga, og ES umhugsar eisini støðuna.

Forsetin í Haiti hevur kravt, at aðrir útlendskir hjálparfelagsskapir eisini verða kannaðir í líknandi málum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523