Í Kina verður stríðið móti mutri hert nógv meira

Í Kina verður stríðið móti mutri hert nógv meira
Higartil hevur átakið bara vent sær móti limum í kommunistaflokkinum, og øll grov mál eru viðgjørd í dómstólum
Í Kina verður stríðið móti mutri nú hert uppaftur meira
Mynd: Børsen  
 
10.03.2018 - 12:03

Nýggjur stovnur skal skipa átakið, og fólkakongressin skal geva stovninum víðari heimildir enn hana, sum dómstólar hava.

Nýggja kinesiska eftirlitsnevndin hevur rætt til at kanna og revsa allar kinesarar, sum eru í starvi hjá tí almenna, uttan at málið kemur fyri rættin. 

Nærum 1,3 miljónir flokslimir í kommunistaflokkinum eru revsaðir síðani Xi Jinping setti átakið í verk í 2013.  Átakið hevur fingið góða móttøku, tí kinesarar hava leingi verið argir um víðfevnda mutrið. Men Xi nýtir eisini átakið til at sleppa av við politisk mótstøðufólk, og nú átakið verður hert, mugu tey, sum eru politiskt ósamd við Xi, halda lágan profil. Nærmasti sameindi hjá Xi, Wang Qishan, hevur staðið á odda fyri átakinum. 

Ætlanin var, at Wang skuldi pensjonerast eftir fólkakongressina, men hann er í staðin valdur til varaforseta. Skipanin ger altso sítt fyri at tryggja valdið hjá Xi Jinping. Og miðvísi Wang Qishan er júst kendur fyri sítt fullkomna trúfesti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523