Lívlanga fongsulsrevsing fyri yvirgang

Lívlanga fongsulsrevsing fyri yvirgang
Rakhmat Akilov, sum koyrdi ein lastbil við nógvari ferð gjøgnum Drottninggatan í Stokkholm, er dømdur lívlanga fongsulsrevsing
Mynd: SVT  
 
07.06.2018 - 12:40

Rakhmat Akilov, sum sjeynda apríl í fjør koyrdi ein lastbil við nógvari ferð gjøgnum Drottninggatan í svenska høvuðsstaðnum, Stokkholm, er í rættindum í Stokkholm dømdur lívlanga fongsulsrevsing.

Hann er eisini dømdur sekur í fimm manndrápum og 119 drápsroyndum, og hann verður útvístur úr Svøríki fyri lívstíð eftir at hava sitið dómin.

Akilov, sum er ættaður úr Usbekistan, hevði stolið lastbilin, og mál hansara var at drepa.

Meðan fólk á gøtuni runnu fyri lívinum, stýrdi hann sambært sjónarvitnum tunga lastbilin beint eftir teimum.

Lastbilurin rendi síðani inn í ein handilsbygning. Í bilinum fann løgreglan eina heimagjørda bumbu, sum tað ikki var eydnast yvirgangsmanninum at bresta.

Fimm fólk lótu lív, og 10 fingu álvarsligan skaða í atsókninini, henda seinnapartin fyri júst einum ári síðani.

Undir rættarmálinum hevur Akilov m.a. greitt frá, at hann vildi revsa Svøríki, tí landið er við í alheims-tiltøkunum móti IS og kalifatinum.

Ákærin segði í rættinum, at Akilov royndi at loypa ræðslu á svenska fólkið, og at leggja trýst at politisku leiðsluna í landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715