Flytingarvindeygað letur aftur

Flytingarvindeygað letur aftur
Flytingarvindeygað letur aftur í dag, og tað merkir, at hetta er síðsti dagurin, at spælaraflytingar til Premier League kunnu gerast
Chelsea keyptu í gjár málmannin Kepa Arrizabalaga fyri 600 milliónir, og hevur sostatt framt dýrast málmanskeyp higartil.
 
09.08.2018 - 09:53

Í Onglandi letur sokallaða flytingarvindeygað aftur í dag. Tað merkir, at hetta er síðsti dagurin, at spælaraflytingar til Premier League kunnu gerast, og tað hevur altíð spenning við sær hjá fótbóltsáhugaðum.

Chelsea gjørdi vart við seg í gjár, tá ið teir loystu sín málmanstrupulleika við at keypa Kepa Arrizabalaga fra Atletic Bilbao fyri næstan 600 milliónir krónur. Harvið gerst hann dýrasti málmaður nakrantíð, tí prísurin fór upp um tann, sum Liverpool herfyri rindaði fyri Alisson Becker, ið varð keyptur úr AC Roma fyri 500 milliónir krónur.

Venjarin hjá Manchester United, Jose Mourinho, skal hava sagt, at felagið fær eina trupla kapping í ár, um ikki fleiri spælarar vera keyptir til felagið.

Flytingarvindeygað í Onglandi letur aftur í dag klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423