Stjórin í Interpol lagt frá sær

Stjórin í Interpol lagt frá sær
Meng Hongwei, sum hvarv 25. september, er í Kina, har tað verður kannað, um hann hevur brotið lógina
 
08.10.2018 - 07:46

Meng Hongwei er farin frá sum stjóri í altjóða løgreglufelagsskapinum, Interpol.

Interpol sigur, at kinesiski stjórin hevur sagt seg úr starvi, og at hann leggur frá sær alt fyri eitt.

Suðurkoreanarin, Kim Jong Yang, er settur sum stjóri fyribils.

Meng Hongwei hvarv 25. september. 

Í gjár kunngjørdu kinesiskir myndugleikar, at tað verður kannað, um Hongwei hevur brotið lógina.

Eisini vararáðharri

Meng Hongwei er eisini vararáðharri fyri almennari trygd í Kina.

Hongwei er kinesari, og hann varð settur sum stjóri í Interpol fyri tveimum árum síðani. Interpol hevur høvuðssæti í Fraklandi, og Hongwei og húski hansara hava búð í Lyon síðani.

Ein franskur embætismaður hevur upplýst, at Meng Hongwei fór av høvuðsskrivstovuni hjá Interpol í Lyon síðst í september, og fór við flogfari til Kina.

Interpol skrivaði leygardagin á síni heimasíðu, at felagsskapurin hevur biðið Kina um eitt alment svar, hví Hongwei er horvin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751