Trump og Kim skulu aftur hava toppfund

Trump og Kim skulu aftur hava toppfund
Amerikanski uttanríkisráðharrin hevur hitt norðurkoreanska leiðaran í Pyongyang
 
08.10.2018 - 07:42

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, fara at hava ein toppfund aftrat í næstum.

Tað er greitt, eftir at amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hitti Kim Jong-un í Pyongyang í gjár.

Av forsetaskrivstovuni í Suðurkorea verður sagt, at toppfundurin verður skjótast til ber.

Fyrstu ferð, Trump og Kim hittust, var í Singapore í summar.

Tá lovaði norðurkoreanski leiðarin, at Norðurkorea fór at rigga alla sína kjarnorkuætlan av, men síðani hava amerikanarar fýlst á, at Norðurkorea hevur ikki gjørt nóg mikið til tess at halda hetta lyftið.

Men eftir fundin í Pyongyang í gjár, sigur Mike Pompeo, at Norðurkorea hevur tikið stig rætta vegin at rigga kjarnorkuætlanina av.

Á fundinum varð avtalað at seta ein arbeiðsbólk at viðgera tilgongdina við kjarnorkuætlanina og at fyrireika ein toppfund millum Donald Trump og Kim Jong-un. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026