Frans pávi fordømir tveir kilenskar prestar

Frans pávi fordømir tveir kilenskar prestar
Frans pávi hevur dømt tveir kilenskar prestar frá kjóla og kraga, eftir teir eru lagdir undir at hava framt kynsligan ágang móti børnum.
 
13.10.2018 - 15:45

Francisco José Cox Huneeus, erkibiskupur, og Marco Antonio Órdene Fernández, erkibiskupur, eru báðir dømdir úr kjóla og kraga av Frans páva.

Vatikanið boðaði frá hesum, eftir at pávin og forsetin í Kili høvdu fundast leyardagin. Fundurin var liður í ætlanunum at basa kynsligum ágangi móti børnum í Kili.

Pávin tók avgerðina hósdagin 11. oktober, og avgerðin er endalig og kann ikki broytast, stendur í fráboðanini.

Meira enn 100 prestar í Kili eru lagdir undir at hava framt kynsligan ágang móti børnum, og allar ákærur verða kannaðar. Tað skrivar bretska kringvarpið

Mongu skuldsetingar ávirka katólsku kirkjuna. Í september kom ein kirkjufrágreiðing undan kavi, sum avdúkaði at 3.600 børn í Týsklandi vóru misbrúkt av katólskum prestum millum 1946 og 2014. 

Og í juli varð ein australskur biskuppur dømdur sekur fyri at hava vart kynsligan ágang móti børnum.

Í august skrivaði Frans pávi eini boð til allar heimsins katolikkar, har hann fordømdi barnamisnýtslu. Hann segði seg skammast av, at katólska kirkjan ikki hevur verið før fyri at gera upp við teir prestar, sum hava framt ótespilig siðabrotsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167