Turkiskir myndugleikar kanna málið um Khashoggi

Turkiskir myndugleikar kanna málið um Khashoggi
Turskiskir myndugleikar kanna í dag arabiska konsulátið í Istanbul, eftir at Jamal Khashoggi hvarv, síðst sæddur á konsulátinum.
Jamal Khashoggi varð síðst sæddur, tá hann fór inn í saudiarabiska konsulátið í Turkalandi tann 2. oktober.
 
15.10.2018 - 15:45

Turskiskir myndugleikar kanna í dag arabiska konsulátið í Istanbul, eftir at saudiarabiski journalisturin, Jamal Khashoggi, hvarv eftir at hava vitjað í konsulátinum.

Á gjár tosaðu turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, og saudiski kongurin, Salman, fyri fyrstu ferð um horvna journalistin. Telefonsamrøðan skal millum annað hava snúð seg um spuringin um at seta ein arbeiðsbólk at kanna, hvar Khashoggi er.

Jamal Khashoggi er ikki sæddur, síðani hann vitjaði konsulátið 2. oktober. Turkiskir myndugleikar halda, at hann er dripin har inni, men hesum noktar Saudiarabia fyri.

Eisini uttanríkisráðharrarnir í ES hava vigjørt málið um horvna Jamal Khashoggi.

Uttanríkisstjórin í ES, Frederica Mogherini, sigur, at ES væntar at fáa neyva frágreiðing frá myndugleikunum í Saudiarabia. 

- Vit vóna opinleika og fullkomna greiðu á, hvat er hent, sigur uttanríkisstjórin í Luxemburg.

Fleiri fjølmiðlar og vinnufyritøkur í Vesturheiminum hava boðað frá, at tey fara at boykotta komandi íløguráðstevnuna, sum skal haldast í Saudiarabia. So seint sum í dag gav stjórin fyri amerikanska íløgubankanum, JP Morgan, Jamie Morgan, avboð til ráðstevnuna. Eisini stjórin hjá Ford, Bill Ford, hevur givið avboð.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur boðað frá harðari revsing, um Saudiarabia hevur dripið Khashoggi.

Saudiarabia hevur svarað aftur, at tey fara at svara øllum revsitiltøkum aftur á sama hátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379