Vegir millum Norður- og Suðurkorea lata upp

Vegir millum Norður- og Suðurkorea lata upp
Norður- og Suðurkorea hava í dag gjørt avtalu um at fara undir at lata vegir og jarnbreytir upp aftur millum londini.
Savnsmynd frá fundi millum umboð fyri Norður- og Suðurkorea, tá fundast varð í januar.
Mynd: Reuters  
 
15.10.2018 - 09:58

Avtalan um ferðslusamband varð gjørd í bygdini Panumjom við landamarkið, og hetta er triði fundurin í ár millum Suðurkorea og Norðurkorea.

- Semjan millum Suður og Norður er gjørd eftir erligar tingingar um at bøta felags koreansku sambondini, stendur í fráboðan frá suðurkoreanska ráðnum fyri sameining, skrivar Reuters.

Partarnir eru samdir um at hátíðarhalda arbeiðið, sum nú skal gerast fyri at binda vegir og jarnbreytir saman, sum hava verið kvett síðani Koreakríggið í 1950.

Norður- og Suðurkorea fara eisini at tingast um at bjóða seg fram sum felagsvertur fyri Olympisku Leikirnar 2032.

Tingingarnar millum Norður- og Suðurkorea henda samstundis sum USA roynir at trýsta Norðurkorea at gevast við síni kjarnorkuvápnaætlan.

Toppfundur var millum amerikanska forsetan, Donald Trump og Kim Jung Un í juni, og ætlandi verður enn ein toppfundur eftir kongressvalið, sum verður í USA 6. november. 

USA heldur enn fast í strongu handilstiltøkunum móti Norðurkorea, og Donald Trump segði í síðstu viku, at Suðurkorea fer ikki at strika síni tiltøk móti Norðurkorea, uttan at USA loyvir tí, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585