- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-aðalskrivarin ávarar heimin um dálking og vitlíki

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, kom við fleiri ávaringum til heimin í setanarrøðu síni á ST-aðalfundinum í New York.
Millum annað fanst hann at stóru oljufeløgunum, sum hann nevnir "big oil".
- Vit vita, at árinini av lívrunnum brennievni ikki hvørva av sær sjálvum. Í áratíggju hava oljurisarnir brúkt lofthavið - atmosferuna - sum eina opna kloakkskipan, og hava forvunnið pening av avleiðingunum, segði Guterres.
Eiga at samskiftia um vitlíki
Í røðuni ávaraði hann eisini um hættisliga skjótu menningina av vitlíki, og heitti á Kina og USA um at fara undir samskifti um hetta:
"Álitið er skalað. Veðurlagskreppan fór frá fjarskotnari ávaring til veruleika í gerandisdegnum. Og vitlíki flytur seg so skjótt, at tað hevur gjørt sjálvt tey, sum skaptu tað, blind. Hetta eru ikki einstakar kreppur. Hetta eru kapitlar í somu søgu. Søgan um vald. Hvør hevur tað, hvør sleppur ikki at hava vald, hvussu tað verður brúkt. Og hvussu tað broytist."
Frá ST-aðalfundinum. (Mynd: Brendan Mcdermid/Reuters/Ritzau Scanpix)
Stórveldi skulu viðurkenna avmarkingar
Guterres heitti í røðuni beinleiðis, og serliga, á stórveldini, um at viðurkenna sína avmarking:
"At byggja upp framtíðarskipan byrjar við, at serliga stórveldini viðurkenna, at valdið hjá teimum ikki er so super. Valdið hjá teimum hevur mørk. Hendingarnar seinastu árini hava gjørt tað ósvitaliga greitt. Hernaðarligt vald einsamalt kann ikki tryggja frið. Búskaparligt vald einsamalt gevur ikki støðufesti. Og tøkniligt vald einsamalt kann heldur ikki tryggja støðufesti. "
Antonio Guterres gevst sum ST-aðalskrivari á nýggjárinum.(Mynd: Brendan Mcdermid/Reuters/Ritzau Scanpix)
Fer at stríðast fyri ST
Guterres endaði røðu sína til eggja til frið:
"1. januar (2027), tá eg ikki eri ST-aðalskrivari longur, verði eg vísur í hesum: Hvar eg so fari, hvat eg so fari at gera - fari eg framhaldandi at stríðast fyri sannføringini um, at friður ber til, at menniskjalig virðing er alheimslig. At lógarinnar vald skal sigra á valdi, og at tað loysir seg at stríðast fyri okkara framtíð, og eg fari framhaldandi at stuðla undir virðini í ST-sáttmálanum. Eg fari ongantíð at gevast við tí."
Antonio Guterres gevst sum ST-aðalskrivari á nýggjárinum, tá skeið hansara endar.


























