Bumbuhóttanir í USA

Bumbuhóttanir í USA
Starvsfólk á CNN vórðu flutt burtur, tí skrivstovan hjá sjónvarpsstøðini hevði fingið ein illgrunaverdan pakka.
Løgreglufólk uttan fyri skrivstovuna hjá CNN á Manhattan í New York.
Mynd: CBC  
 
25.10.2018 - 09:17

Stjórin á amerikansku sjónvarpsstøðini CNN, Jeff Zucker, finst hvassliga at Donald Trump, forseta, í kjalarvørrinum av bumbuhóttanunum móti CNN og fleiri demokratum fyrradagin.

Forsetin hevur fordømt bumbuhóttanirnar, men tað heldur stjórin í CNN lítið um. 

Starvsfólk á CNN vórðu flutt burtur, tí skrivstovan hjá sjónvarpsstøðini á Manhattan í New York hevði fingið ein illgrunaverdan pakka, sum ein rørbuma eftir øllum at døma var í.

Pakkin varð stílaður til fyrrverandi CIA-ovastan, John Brennan, sum CNN ofta brúkar sum serfrøðing í sínum sendingum. 

Stjórin í CNN, Jeff Zucker, sigur, at samband er millum rørbumburnar og hvøssu álopini hjá Donald Trump á amerikanskar miðlar.

- Hvítu húsini skilja als ikki, hvussu álvarsom hesi álopini eru. Forsetin og pressuskrivarin í Hvítu húsunum eiga at skilja, at tað, sum sagt verður, fær avleiðingar. Higartil hava tey ikki skilt tað, sigur Jeff Zucker.

Millum teirra, sum eisini skuldu fáa pakka við rørbumbum í, vóru fyrrverandi forsetahjúnini, Barack og Michelle Obama, Bill og Hillary Clinton, fyrrverandi løgmálaráðharrin, Eric Holder, og tveir demokratiskir kongresslimir.

Borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, sigur, at samskipaða bumburoyndin var eitt yvirgangsálop. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904