Glasið avgerandi fyri smakk og anga

Glasið avgerandi fyri smakk og anga
Tá tú drekkur vín, ræður um at vera tilvitað um, hvat skap glasið hevur, sum tú drekkur úr. Tí skapið hevur nógv at siga fyri smakk og anga
Mynd: Robert Waagstein  
 
05.11.2018 - 10:08

Um tú onkuntíð hevur fingið tær vín, sum smakkar illa, kann tað vera, at orsøkin er ein heilt onnur enn bara vánaligt vín.

- Tað kann vera, at tú drekkur úr skeivum glasi, tí skapið á glasinum kann hava stóran týdning, tá tað kemur til smakkin og angan av víni. Tað sigur Mike Knight, frá Riedel, sum er ein fyritøka, ið framleiðir gløs, ið framhevja smakk á eitt nú víni.

Fríggjadagin var vínglasskeið í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

1249842

 

Vín skal hellast um

64 fólk vóru á skeiðinum, og tey royndu trý ymisk sløg av víni úr trimum gløsum við ymsum skapum. Og tað vísti seg, at fleiri, sum søgdu seg vera ivasom, vóru sannførd eftir skeiðið. 

Umframt at tosa um víngløs og skapið av teimum, legði Mike Knight eisini dent á, at tað hevur týdning at hella vínið um. Tað vil siga, at hella vínið úr fløskuni í til dømis eina karaflu.

Hann vísti eitt slag av karaflu fram, sum at byrja við gav viðskiftafólkunum nakað av høvuðbrýggi, tí tað var ikki bara bara at skeinkja úr karafluni.

Tað sæst á myndaupptøkuni niðanfyri:

VINO_RED

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938